Samstundis upptøka á bíðilista til altjóða og innanlands fremmandaættleiðing

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um ættleiðing
Frágreiðing

Við hesum verður uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ættleiðing (Samstundis upptøka á bíðilista til altjóða og innanlands fremmandaættleiðing) sent til ummælis.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at umsøkjarar við generellari góðkenning til at ættleiða kunnu velja at søkja um innanlands og altjóða femmandaættleiðing ella annaðhvørt innanlands ella altjóða ættleiðing.

Sambært galdandi kunngerð um ættleiðing skulu umsøkjarar seinast í sambandi við, at avgerð um góðkenning skal takast, velja antin innanlands ella altjóða fremmandaættleiðing. Tað vil siga, at umsøkjarar ikki kunnu standa á báðum bíðilistanum samstundis.   

Við broytingini í uppskoti kunnu umsøkjarar standa á bíðilista til innanlands og altjóða ættleiðing samstundis og fram til at umsøkjari fær eitt barn í boði.

Tann 16. januar 2024 boðaði felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) frá, at tey steðga við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. DIA er einasti felagsskapur í Danmark, ið tekur sær av at miðla ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum. Danska stjórnin hevur síðani tikið avgerð um fyribils at steðga allari altjóða fremmandaættleiðing. Føroyar samstarva við Danmark um ættleiðing, og avgerðin hjá donsku stjórnini um fyribils at stegða allari altjóða fremmandaættleiðing fevnir sostatt eisini um Føroyar.

Við uppskotinum verður tryggað, at umsøkjarar, sum standa á bíðilista til altjóða ættleiðing, men ikki kunnu fáa eitt barn í boði orsakað av, at DIA er steðgað við at miðla altjóða fremmandaættleiðing, kunnu koma á bíðilistan til innanlands fremmandaættleiðing. 

Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo í seinasta lagi mikudagin 19. juni 2024.

Ummælisfreistin er farin
19.06.2024
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Ættleiðing
Slag
Kunngerð
Dagfesting
22.05.2024
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
EM
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Ættleiðing