Uppskot til kunngerð um ættleiðing
Uppskotið er grundað á, at felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) hevur boðað frá, at felagsskapurin steðgar við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar síðst í oktober 2024.
Danska stjórnin hevur broyta donsku ættleiðingarlógina, soleiðis at heimildin at miðla altjóða ættleiðingar, sum hevur ligið hjá DIA, kann leggjast til Ankestyrelsen at umsita. Í hesum sambandi undirskrivaðu landsstýrismaðurin, Bjarki Kárason Petersen, og Pernille Rosenkrants-Theil, almannamálaráðharri, ískoytisavtalu um ættleiðing fyri at tryggja, at Ankestyrelsen eisini kann yvirtaka og viðgera føroysk mál um ættleiðing.
Sum ein avleiðing av hesum verður ættleiðingarkunngerðin broytt.
Av tí at talan er um nógvar broytingar í tali, verða broytingarnar av lógartøkniligum orsøkum gjørdar í uppskoti til nýggja kunngerð heldur enn í broytingarkunngerð.
Talan er í høvuðsheitum um hesar broytingar:
- Alla staðni í kunngerðini verður “miðlandi felagsskapur” broytt til “Ankestyrelsen”.
- “Høvuðsmyndugleikin” verður broytt til “Ankestyrelsen”
- Umsøkjarin skal vera skrásettur hjá Ankestyrelsen í staðin fyri at vera limur í einum ættleiðingarmiðlandi felagsskapi
- Ásett verður, at Ankestyrelsen kann veita hjálpt til tess at stuðla rættinum há ættleiddum at kenna sína søgu (§ 43)
- Ásett verður, at Ankestyrelsen kann veita ættleiðingarhjálp, tá ið umsøkjarin til at ættleiða pr. 16. januar 2024 stóð á bíðilista hjá DIA (§ 44)
- Ásett verður, at umsøkjarin rindar eitt gjald til Ankestyrelsen fyri viðgerðina av umsóknini um miðling av einum barni til altjóða fremmandaættleiðing. Galdið, sum umsøkjarin longu hevur goldið til DIA verður drigið frá, soleiðis at umsøkjarin ikki kemur at gjalda meira orsakað av, at Ankestyrelsen yvirtekur uppgávurnar hjá DIA (§ 55)
- “Kærunevndin í almanna-, familju og heilsumálum” verður broytt til “Føroya Kærustovn”
- Ásett verður, at Ankestyrelsen er høvuðsmyndugleiki fyri Føroyar sambært Haagersáttmálanum (§ 75)