Uppskot til kunngerð um stuðul til bjargingarfeløg
Heiti
Uppskot til kunngerð um stuðul til bjargingarfeløgFrágreiðing
Endamálið við kunngerðini er at áseta karmar fyri, hvussu stuðulin á løgtingsfíggjarlógini til bjargingarfeløg verður býttur.
Ætlanin er, at stuðulin skal býtast soleiðis, at bjargingarfeløgini verða eggjað til at hava ein virknan leiklut í landstilbúgvingini, samsvarandi kapittul 2 í tilbúgvingarlógini.
Lagt verður upp til at gera eina yvirskipaða avtalu um strategiska menning og samstarv millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum virkar sum samskipandi myndugleiki mótvegis bjargingarfeløgunum.
Avtalan skal áseta, hvørjar uppgávur sjálvbodnu feløgini skulu røkja.
Ummælisfreist
28.03.2025Ráð
LøgmálaráðiðØki
TilbúgvingSlag
KunngerðDagfesting
28.02.2025Samband
lmr@lmr.foMálsviðgjørt
HPTak niður

