Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðing og løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Samstarv við onnur norðurlond, fyribils staðseting í sambandi við ættleiðing o.a.)
Endamálið við uppskotinum er at tryggja heimildargrundarlagið fyri, at Føroya landsstýri kann gera samstarvsavtalu um ættleiðing við onnur norðurlond. Av tí at samstarvið um ættleiðingarøkið sambært galdandi løgtingslóg er avmarkað til bara at fevna um Danmark, verður mett neyðugt at tryggja heimildargrundarlagið fyri, at Føroya landsstýri kann gera avtalu við onnur norðurlond um ættleiðing, um hetta verður neyðugt.
Við uppskotinum verður ein nýggj áseting um fyribils staðseting av einum barni, sum verður ættleitt uttan samtykki, sett inn í ættleiðingarlógina. Endamálið er at tryggja, at føroyingar kunnu greipast við eitt barn, sum er føtt í ríkinum og leysgivið til ættleiðing (innanlands fremmandaættleiðing).
Børn, sum verða ættleidd uttan samtykki, verða sambært uppskotinum fyribils staðsett hjá komandi ættleiðarunum í tíðarskeiðnum, til avgerðin um leysgeving av barninum er endalig, og ættleiðingarloyvið verður útskrivað. Fyribils staðsetingin er heimildin fyri uppihaldsgrundarlagnum hjá barninum hjá komandi ættleiðarunum umframt heimild til at flyta fullan foreldramyndugleika frá teimum biologisku foreldrunum til komandi ættleiðararnar.
Fylgibroytingar verða gjørdar í foreldramyndugleikalógini, soleiðis at tey, sum barnið fyribils verður staðsett hjá, fáa foreldramyndugleikan, so leingi barnið fyribils er staðsett. Somuleiðis kann samvera og annað samband verða ásett við uppruna skyldfólk, meðan barnið er fyribils staðsett.
Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo í seinasta lagi fríggjadagin 16. august 2024.