Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin) (Ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin) (Ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum).Frágreiðing
Yvirskipað inniheldur uppskotið hesar broytingar:
- Nýggj áseting verður sett inn sum 119 a í Revsilógini. Ásetingin viðvíkur ágangi móti alment settum starvsfólki.
- Nýggjar ásetingar verða settar inn sum §§ 242 og 243 í Revsilógini. Ásetingarnar viðvíkja tráfylging og sálarligum harðskapi.
- Nýtt § 224, stk. 2 verður sett inn í Revsilógina. Stykkið viðvíkur herðing av revsingini fyri endurtøku av einfaldum harðskapi í tøttum sambondum.
- Broyting í § 247 í Revsilógini. Ásett verður, at sálarligur harðskapur eisini verður fevndur av teimum brotsverkum, sum kunnu hava við sær, at revsingin kann gerast upp til helvtina størri.
- Nýggj áseting verður sett inn sum § 299 c í Revsilógini. Ásetingin viðvíkur broti á løgtingslóg um kapping og at skerpa revsingina, um brot á løgtingslógina verður framt undir serliga skerpandi umstøðum.
- § 2, stk. 2, nr. 1 í Frástøðuboðslógini verður broytt soleiðis, at sálarligur harðskapur verður lagdur afturat ásetingini.
Ummælisfreist
10.02.2025Ráð
LøgmálaráðiðØki
RevsirætturSlag
LógaruppskotDagfesting
13.01.2025Samband
lmr@lmr.foMálsviðgjørt
GMR/MV/SNDTak niður
Uppskot Til Broytingar Í Revsilógini Og Frástøðuboðslógini Fylgiskjal 1. Javntekstur (1)