Uppskot til Løgtingslóg um integratión (proposal for a new integration law)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um integratión
Frágreiðing

(English below)

Við hesum verður uppskot til integratiónslóg sent til ummælis. Talan er um heilt nýggja lóggávu. Uppskotið er galdandi fyri útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum.

Uppskotið inniber yvirskipað hetta:

  • Landið skal býtast í integratiónsøki og at ein integratiónssamskipari skal setast í øllum økjum.
  • Tilflytarar fevndir av løgtingslógini skulu koma til ein kunnandi fund, har kunnað verður um rættindi og skyldur, og um hvar tilflytarin kann leita sær hjálp, um tørvur er á tí.
  • Krav verður um, at ávísir tilflytarir skulu koma til eina integratiónssamrøðu, har m.a. verður kunnað um, at integratiónssamrøða, málkunnleiki og innlit í føroyska samfelagið og mentanina, sum útgangsstøði eru treytir fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
  • Tilflytarar fevndir av løgtingslógini verða bjóðaðir til ókeypis undirvísing í føroyskum og ókeypis skeið í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum.
  • Tilflytarar við børnum undir 15 ár, verða bjóðaði á eitt skeið í foreldravegleiðing. Tað er ikki krav at luttaka.
  • Integratiónsøkið og bústaðarkommunan skulu virka fyri at tryggja børnum góða integratión. Samstundis skal bústaðarkommunan veita børnum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skipaða málmenning á aldurssvarandi stigi á dagstovnum.
  • Tilflytarar, sum hava børn undir skúlaaldur, kunnu fáa tilboð um heimavitjan av heilsufrøðingi.
  • Almennir myndugleikar skulu nýta tulk, tá tað verður mett neyðugt, og børn skulu, alt tað ber til, hoyrast á tí máli, sum fellur teimum lættast.
  • Skipast skal fyri almennari kunning og integratiónsfremjandi tiltøkum.

Ætlanin við uppskotinum er at betra um integratión og trivnað hjá tilflytarum, sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum.

---

A new integration law proposal has been submitted for public hearing. The law proposal is applicable to foreigners with a residence permit in the Faroe Islands.

Click the link below for a summary of the law proposal in English. 

Ummælisfreistin er farin
01.08.2024
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Útlendingamál
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
19.06.2024
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
GMN
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Integratión Til Ummælis (1) Law Proposal English Summary