Uppskot til løgtingslóg um tænastugjald á tóm býli.
Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum. Tænastugjaldið skal fíggja ein part av teimum útreiðslum, sum kommunurnar hava av at veita tænastur og viðlíkahalda undirstøðukervið til hesi býli.
Orsøkin til lógaruppskotið er, at talið av tómum býlum, serliga uttan fyri miðstaðarøkið, er vorðið rættiliga stórt. Tá eingin er skrásettur at búgva í einum býli, er eingin knýttur at býlinum, sum rindar inntøkuskatt til kommununa. Hóast hetta, so fáa eigararnir av býlunum tænastur frá kommununum, og kommunurnar hava útreiðslur av at veita tænastur til undirstøðukervið til býlini. Tað kann tí gerast ein fíggjarlig byrða hjá eini kommunu, um lutfalsliga nógv býli eru í kommununi, har eingin er skrásettur at búgva í býlunum, tí kommunan skal rinda kostnaðin av einum undirstøðukervi, sum er væl størri enn neyðugt til tey fastbúgvandi fólkini.
Við uppskotinum verður tryggja, at tey tómu býlini ikki gerast ein áhaldandi og vaksandi eykakostnaður fyri kommunurnar. Eisini kann tænastugjaldið skapa eina ávísa fíggjarliga útjavning millum kommunurnar.
Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo í seinasta lagi mánadagin 13. januar 2025.