Uppskot til ummælis um musikkskúlalærarar skulu sleppa undan at søkja um arbeiðsloyvi til hjávinnu, sum hevur nattúrligt samband við høvuðsyrki teirra
Við uppskotinum verða rættingar gjørdar í nøkrum upphæddum og lógarávísingum í sambandi við inntøkumørkini fyri útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum hava familju sína við sær til Føroyar. Inntøkumørkini vóru sett í gildið tann 2. september 2023.
Skotið verður upp, at musikkskúlalærarar sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu sleppa undan at søkja um arbeiðsloyvi til hjávinnu, sum hevur nattúrligan samanhang við høvuðsstarvið sum musikklærari. Orsøkin til hesa broytingina er, at tað í tónleikalívinum í Føroyum javnan kemur fyri, at brúk er fyri førleikunum hjá musikkskúlalærarum til eitthvørt tónleikatiltak í frítíðini, men at musikkskúlalærarar, sum nú er, ikki kunnu luttaka í slíkum tiltøkum uttan at hava fingið loyvið til hvørt einstakt tiltak frammanundan.

