Uppskot um at lata føroyskum myndugleika málsræðið til at taka avgerðir í ávísum málum um uppihaldsloyvir í Føroyum
Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur sent uppskot í hoyring í Føroyum um ”bekendtgørelse om delegation af kompetencen til Færøerne til at træffe afgørelse i visse sager om ophold.”
Við hesum uppskotinum fær føroyskur myndugleiki málsræðið til at taka avgerðir sum fyrsti myndugleiki í ávísum málum um uppihald í Føroyum hjá útlendingum.
§ 46 i í donsku útlendingalógini heimilar udlændinge- og integrationsministeren, eftir samráðing við Føroya landsstýri, at lata føroyskum myndugleika málsræðið til at taka avgerðir sum fyrsti myndugleiki í ávísum málum um uppihald í Føroyum.
Endamálið við ásetingini í § 46 i er at stuðla ynskinum hjá Føroya landsstýri um at yvirtaka avgerðarmyndugleikan í ávísum málum um uppihaldsloyvir til útlendingar, sum ynskja at koma til Føroyar, og við hesum yvirtaka fyrisitingarliga myndugleikan í hesum málum.
Við kunngerðini verður heimildin í § 46 i í útlendingalógini sett í verk. Harafturat verður málsræðið til at viðgera klagur um avgerðir, sum verða tiknar av føroyska myndugleikanum, broytt frá Udlændinge- og Integrationsministeriet til Udlændingenævnet.
Biðið verður um, at viðmerkingarnar verða á donskum. Viðmerkingarnar skulu sendast til Udlændinge- og Integrationsministeriet á: noaf@uim.dk og uim@uim.dk, við cc til Løgmálaráðið á: lmr@lmr.fo



