Dátuvernd
Løgmálaráðið er dátuábyrgdari. Tað merkir, at ráðið fær persónsupplýsingar frá borgarum, oftast í sambandi við fyrispurningar innanfyri málsøkini hjá stovninum. Tað kann tó eisini vera í sambandi við onnur viðurskifti.
Í allari viðgerð leggur Løgmálaráðið stóran dent á at tryggja og verja persónsupplýsingar. Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum eru knýttar ella kunnu knýtast at ávísum likamligum persóni, sambært § 6 í dátuverndarlógini.
Løgmálaráðið skal – eins og allar fyritøkur og almennir stovnar í landinum – viðgerða persónsupplýsingar sambært ásetingum í dátuverndarlógini.
Hetta merkir millum annað, at persónsupplýsingar:
- Skulu viðgerast lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt.
- Skulu savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál.
- Skulu vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til (§ 7 í dátuverndarlógini).
Christina Holm Davidsen er dátuverndarfólk í løgmálaráðnum.