Navnanevndin

Limir:

  • Ragnar Sigrunarson, MA í føroyskum, formaður
  • Heri J. Joensen, sóknarprestur
  • Sanna Andrassdóttir Dahl, MA í bókmentafrøði, nevndarlimur

Varalimir:

  • Iben Nyholm Debes, kandidatur í lingvistikki, varalimur fyri formannin
  • Maria J. Niclasen, sóknarprestur, varalimur fyri Hera J. Joensen
  • Suni Poulsen, sálarfrøðingur, varalimur fyri Sonnu Andrassardóttir Dahl

Navnanevndin er sett sambært § 20 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn.

Nevndin er vald fyri 5 ár í senn.

Valskeiðið gongur út 1. apríl 2029.

Uppgávan hjá nevndini er m.a. at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan.

Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkennast.