Revsirættarliga ráðið
Limir:
- Nella Festirstein, forkvinna, aðalstjórið í Løgmálaráðnum
- Henrik Møller, sorinskrivari
- Michael Boelsen, fúti
- Elkin Klettheyggj, eindarleiðari fyri Kriminalforsorgin í Føroyum
- Bárður Larsen, lektari og útbúgvingarleiðari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
- Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, Advokatfelag Føroya
- Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi, skrivari
Revsirættarliga ráðið varð sett á stovn í sambandi við at revsirætturin kom á føroyskar hendur og ráðið helt sín fyrsta fund í 2012.
Revsirættarliga ráðið er ikki eitt formligt ráð og nevndin hevur ikki ein formann.
Ráðið letur ikki úr hondum felagsniðurstøður og ummælir. Fundarfrásagnir verða heldur ikki skrivaðar.
Revsirættarliga ráðið ráðgevur landsstýrismanninum í revsirættarligum málum á einum óformiligum grundarlagið.